Føroyskt sum annaðmál

Seinnapartssendingin í Kringvarpinum henda leygardag seinnapart snýr seg um fremmand fólk, sum arbeiða og eru búsett í Føroyum. Hetta fær meg at hugsa um, hvussu dyggiliga vit lata eyguni aftur fyri, at talan er um lutfalsliga nógv fólk av fremmandum uppruna, sum búgva í landinum, og at hesi fólk eiga at hava í boði at læra mál, mentan og mentalitet at kenna fyri at gerast partur av føroyska samfelagnum.

Eg síggi nógvar stereotýpiskar myndir fyri mær, tá ið vit tosa um fremmand fólk í Føroyum, og ein er, at tey flestu eru kvinnur, sum eru komnar til Føroya at fáa eina betri tilveru enn heima. Henda mynd gjørdist eitt sindur meira samansett eftir prátið við Hans Paula Strøm á Hagstovu Føroya, men eg siti tó eftir við kensluni, at vit vita ómetaliga lítið um tann tørv, hesir tilflytarar hava á at læra føroyska málið, mentan og mentalitet.

At falla til og gerast partur av einum samfelag krevur, at tú fært samskift og kennir tær mest einføldu og sjálvsøgdu sosialu spælireglur, sum eru galdandi í samfelagnum, og har er mál ein týðandi staklutur, tí uppi við málinum hongur so nógv annað – alt tað sjálvsagda og alt tað ósagda. Eitt sms, sum varð lisið upp í sendingini, var kanska orðað eitt sindur fordómsfult, men tað grundleggjandi í boðunum var, at nógvar av kvinnunum, sum koma higar, vilja ikki læra seg føroyskt, men at tað áttu tær at gjørt. Eftir siti eg við spurninginum: hví? Neyvan tí tað er lættari at búgva í Føroyum uttan at duga málið. Heldur er orsøkin, at tú kanst finna ein felagsskap, har ikki er neyðugt at duga føroyskt, og tí er tað lættari at lata vera. Hin møguleikin er, at tilboðini ella møguleikarnir at læra málið ikki eru nøktandi ella nærum ikki til staðar.

Í sendingini varð eisini tosað við tailendska kvinnu, sum hevði verið 2½ ár í Føroyum. Tað sum sló meg var, at hon skilti nakað føroyskt og dugdi ikki so væl at samskifta á enskum. Sjálvt um hon segði, at hon treivst, og tað týðiliga kom fram í samrøðuni, at henni dámdi væl í Føroyum, so kundi eg ikki lata vera við at hugsa um, hvussu isolerað eitt fólk við hasum fortreytunum kundi gerast. Eg festi meg eisini við, at 16 ára gamla dóttir hennara ikki dugdi føroyskt, tó at hon gekk í føroyskum skúla. Hvussu klárar hon seg? Hvussu fær hon lisið tað, sum verður gjøgnumgingið í tímunum og so at hugsa sær, at nógv av tí, sum hon skal ogna sær av vitan, er á donskum. Hvussu sær hennara málsliga og vitanarliga landslag út? Eg fekk einki svar, men eg siti eftir við eini ørgrynnu av spurningum.

 

Tey árini, eg havi arbeitt á Námsvísindadeildini, havi eg javnan sett ynskið fram um at fáa sett á stovn eina linjulærugrein, sum eitur føroyskt sum annaðmál. Fatanin fyri, at tað er neyðugt, er stór, men viljin at brúka pening til at seta á stovn eina slíka linju, er ikki nóg stórur til, at tað verður fíggjarliga raðfest. Eg veit væl, at tað er, tí at stovnurin er fíggjarliga sperdur, og tí eru tað aðrar lærugreinar og fakøki, sum størri tørvur er á at bjóða fram, men at politiski myndugleikin ikki fyri langari tíð síðani er komin til okkara við einum posa av pengum og ynskinum um, at ein slík linja verður sett á stovn, er púra óskiljandi fyri mær. Tey, sum politiskt varða av okkara útbúgvingar- og skúlaskipan, áttu at gjørt hetta til eitt átaksøki, tí tá ið vit sita við trupulleikanum, at alt ov nógv kenna seg útihýst í samfelagnum, tí tey ikki kenna málið og mentanina, so kann ringasta avleiðingin verða, at vit hava ein bólk av illa virkandi fólki, sum kunnu vera ein bági fyri eitt vælvirkandi samfelag. Møguleikin fyri paralellsamfelag er eisini til staðar. Ilt er at spáa um framtíðina, men vit hava í londunum kring okkum sæð, hvussu stór avbjóðing eitt slíkt uppbýti kann vera fyri eitt vælvirkandi og opið samfelag.

Í tí uppskotinum, eg havi gjørt til føroyskt sum annaðmál og sum hevur verið eitt tilboð undanfarin ár á ískoytisútbúgvingini, sum vit bjóða út á Námsvísindadeildini, hava vit lagt dent á: mál, mentan, samleika, bókmentir og samskifti. Hugsað hevur eisini verið um, at hesi viðurskifti skulu taka støði í tí máli og mentan, sum næmingurin hevur sum sítt heimamál, men her koma vit at hava avbjóðingar, sum vit á ongan hátt megna at handfara. Nærum 100 ymiskir tjóðskapir eru búsitandi í Føroyum, og skulu vit bjóða móðurmálsundirvísing til øll hesi, er tað ein uppgáva, sum ikki kann lata seg gera, tí vit hava snøgt sagt ikki undirvísingarførleika og umstøður til tað. Í grundførleikunum verða bókmentir og samskifti eisini mett at hava stóran týdning. Bókmentir serliga tí at tær siga nógv um mentan og mentalitet og samskifti, tí tað er leiðin til at gerast partur av samfelagnum og sosiala felagsskapinum

Tað hevur undrað meg, at eingin hevur meldað seg til hesa útbúgving, men tað er so ein onnur søga. Møguliga er tað, tí at tørvurin enn ikki hevur víst seg í skúlahøpi. Men hyggja vit at hagtølum, so eru um 22 børn í miðal komin til Føroya seks tey seinastu árini, og tað má fara at síggjast týðiliga í samlaða skúlalandslagnum rættiliga skjótt. Í fyrispurningi til skúlar í Føroyum síggja vit greitt tvinnanda viðurskifti. Annað er, at talið av fremmandmæltum børnum er sjónskt, og hitt er, at tørvurin á lærarum, sum kunnu undirvísa hesum børnum, er har. Enn havi eg onga mynd av, hvussu hesi børn hava tað í skúlanum. Havi bara frá lærarum, sum undirvísa hesum børnum, hoyrt, at tað kann vera tungt og trupult hjá summum teirra at læra seg føroyskt. Ymiskt er eisini, hvørjar fortreytir heimið hevur til at stimbra og stuðla. Hvønn skúla hava foreldrini havt? Hvussu nógv eru tey heima at hjálpa børnunum at gera heimaarbeiði? Hvat mál verður brúkt í heiminum? Hvørji sosial sambond hava barnið og heimið til samfelagið kring tey? Ja, spurningarnir eru óteljandi og neyðugt verður at fáa eina mynd av, hvussu landslagið sær út fyri at sniðgeva eina tjóðarliga undirvísingarætlan fyri børn við føroyskum sum annaðmál. Vit skulu hyggja eftir, hvussu onnur hava gjørt, men vit mugu laga tær til tann tørv og tær umstøður, sum vit hava í Føroyum. Vit eru á Námsvísindadeildini farin í gongd við at kanna, hvussu umstøðurnar eru, men enn sær landslagið út sum taraskógur fyri mær. Eg vóni, at vit skjótt fáa eina greiðari mynd, tí ein loysn er neyðug. Verandi skipan tykist ófullfíggjað og tilvildarlig, og tað kunnu vit ikki sum framkomin skúlaskipan, sum skal vera fyri øll, bjóða tilfluttu borgarum okkara.