Kvøða til Sólrúna Michelsen
Kvøða til Sólrúna Michelsen á útgávudegi og í sambandi við, at hon er vorðin sjeyti
Tema við slankum var eitt nýbrot í føroyskum skaldskapi og Sólrúni so líkt var farið sera stillisliga við hurðunum, tá ið bókin kom út. Perman á bókini boðaði ikki frá, at her var ein dýrgripur av smáum gerandissøgum, sagdar á gerandismáli, sum í tættaðum formi lyfti gerandishendingar upp til algildugar tilveruspurningar. Alt tað ósagda og ósigiliga lá sum møguleikar í teimum minimalistisku og impressionistisku frásøgunum, sum fóru fram bæði í einum afturkenniligum bygdar- og býarumhvørvi, men eisini tók lesaran inn í villiniborgir og hugaheimar, sum fekk lesaran at skapa sínar egnu huga- og fatanarheimar.
Sólrún tordi tá og torir enn og fer vónandi altíð at tora at viðgera evni, sum eru pínlig, burturkrógvað, tabu, men eisini alment menniskjalig, sum t.d. hevnd og primitiva nøgdsemið, tá ið hevndin verður fullførd.
Sólrún var ikki heilt ókendur rithøvundur, tá ið hon sló ígjøgnum sum rithøvundur fyri vaksin, hon hevði bæði skrivað til børn og ung, men við Tema við slankum hendi okkurt nýskapandi í føroyskum skaldskapi og ein nýggj tíð í rithøvundalívi Sólrúnar. Vit kunnu siga, at Sólrún: kom, sá og sigraði við hesi fyrstu skaldskaparroyndini fyri vaksin. Í góðum samsvari við bókmentarákið kring okkum gekk hon í føroyskum samanhangi egnar leiðir og var fullbúgvin høvundur frá byrjan, og tað er eingin ivi, at búni aldurin, góði málkunnleikin og góða málkenslan, nógvur skaldskaparlestur og stórur áhugi fyri skaldskapi vóru orsakir til, at so var.
Vit løgdu líkasum ikki til merkis, at Tema við slankum kom út. Einasta staðið, har tað stendur, nær bókin er komin út fyrstu ferð, er í klaffanum til aðru útgávu í 2013. Sólrún var tá, eins og nú, lítillátin um sítt skaldaverk. Marknaðarføring, sum annars átti at verið natúrligt hjá Sólrúni, var ikki brúkt til at fremja sølu og kunnleika um hetta skaldsliga nýbrot. Skaldsøgan skuldi onkursvegna enduruppdagast, áðrenn føroyski bókmentapallurin gjørdist varur við, at her var eitt skaldsligt nýbrot farið fram.
Fyrsta uppgávan eg fekk í M.A. Jacobsen nevndini var at handa Sólrúni M.A. Jacobsen heiðurslønina. Eitt tað stuttligasta við at sita í nevndini er at ringja til teirra, sum fáa heiðurslønina, tey eru altíð so ósigiliga glað. Eg minnist enn, hvussu óvæntað hesin heiðurin kom á Sólrúna. Hon hevði fingið so lítla afturmelding upp á skaldsøguna, at hon helt, at hon bara var farin afturvið og eingin hevði lagt hana til merkis, men so var ikki. Slíkt dygdarverk slepst illa uttanum, og tað er neyvan ov nógv sagt, at eftir hesa viðurkenning er nógv broytt og Sólrún siglir framvegis fram á leið á skaldsliga havinum við síni egnu kós og sínum egna førningi umborð.
Í Nón sending í síðstu viku, har Sólrún sum skaldakvinna varð umrødd, bar Jógvan Isaksen upp á mál, at Sólrún var byrjað ov seint at skriva. Tí fari eg at geva honum rætt í, tí her hava skaldagávur ligið í dvala í alt ov langa tíð, tó fari eg at loyva mær at ivast stórliga í, um Sólrún hevði verið so djørv og óávirkilig av tí samfelag og teirri samfelagsstøðu hon var í, um hon var farin at skriva sum yngri. Tí Sólrún torir, hon ger tingini á sín egna hátt, umrøðir evni og vandamál uttan at hugsa um, at fólk møguliga fara at hyggja eftir hennara egna privatlívi fyri at halda seg vita, hvaðani íblásturin til skaldskapin stavar, og tað er tað, sum skapar trúvirði og ger skaldskapin hjá Sólrúni so djarvan og autentiskan.
Gerandisligan og realistiskan kunnu vit siga og tó samstundis als ikki realistiskan og so als ikki gerandisligan, tí har eru heimar og støður, sum krevja rættuliga nógv hugflog, um vit skulu seta spjaldrið “realisma” og gerandisdag á. Stórur partur av skaldskapinum fer fram undir væðingini og í útjaðaranum á hugaheimi menniskjans, og somuleiðis eru tað tey smáu lívini og tær burturbeindu lagnurnar, sum fáa lív og tilveru í skaldskapi Sólrúnar. Um leiklutin hjá høvundinum síggja vit eina góða mynd fyri í stuttsøguni “Heiður” í hesum nýggja savninum. Har sigur eg-persónurin um sítt skrivivirksemi: “Og hon. Hon hevði skrivað. Hevði hildið seg seta samtíðina upp á pláss við síni nýhugsan og sínum ágangandi tekstum” (158).
Eitt av hesum smáu lívunum, síggja vit í lýsingini av Heina í somu stuttsøgu, har verður sagt: “Heini [...]var ein leitari. Hon hevur sæð pínuna flúgva sum smáar fuglar uttan um hann. Hon hevði sæð smádreingin í manninum, tá ið hann tosaði um mammuna, sum ikki vildi vita av honum, men læt hann vaksa upp hjá fremmandum [...] Hon hevði verið vís í, at hon kundi hjálpa honum, men varnaðist við tíðini, at tað var sum at fylla í ein botnleysan brunn, sum bara kundi tippast av teimum orðunum, sum ikki vórðu søgd tá einaferð á tíðarinnar morgni, og sum nú vóru burturi med alla (159).
Í undirvísingarsamanhangi var skaldsøgan ”Tema við slankum” ein gáva, ja, sjálvt skaldskaparslagið og spurningurin um tað nú var ein skaldsøga ella eitt stuttsøgusavn, gav nógvar góðar undirvísingartímar og nógvar fínar arbeiðsuppgávur. Somuleiðis var spurningurin um sjónarhorn sera fínur arbeiðsspurningur. Var talan um ein kvinnuligan høvuðspersón ella fleiri? vóru ”eg” og ”rimagentan”, ein ella tveir persónar? Ja, har var so herliga nógv at tríva í, og næmingarnir komu við so ómetaliga nógvum fínum útleggingum, tulkingum og upplivingum. Tað var sonn fragd at arbeiða við hesum tekstum.
Sólrún hevur nakrar ferðir verið og vitjað flokkar, sum hava arbeitt við skaldsøguni og hvørja ferð hava vit sitið eftir við kensluni av at hava fingið størri innlit í ta skapanartilgongd og tann skaldaheim, sum Sólrún hevur skapt, sjálvt um Sólrún altíð hevur verið sera opin og sera áhugað í at vita, hvussu lesarin hevur lisið hennara skaldskap. Hon hevur á hesum vitjanum givið greiða ábending um, at hennara skaldskapur er ikki liðugur, tá ið hon hevur latið hann úr hondum. Hon tykist sera tilvitað um, at hon sjálv ikki er fullgreið yvir, hvørjir møguleikar liggja í tekstunum og fiktiva skaldaheiminum, sum hon hevur fest á blað og givið út til lesaran at uppliva og meta um.
Ja, skaldskap Sólrúnar havi eg brúkt sera nógv í míni undirvísing, og í dag hava tey lesandi á Námsvísindadeildini sitið til próvtøku, har tríggir tekstir eftir Sólrúna stóðu teimum í boði at skriva um. Sólrún hevur skrivað seg inn í undirvísingarætlanina í føroysklærugreinini, eingin ivi um tað. Seinastu ferð Sólrún var og vitjaði eitt linjuhold í føroyskum, har eg hevði undirvíst í ”Tema við slankum”, fekk eg sendandi eitt nýtt eintak av nýggju útgávuni av Tema við slankum. Í brævinum, sum fylgdi við, skrivar hon soleiðis: ”Eg helt, at nú tú hevur slitið eina bók upp, hevur tú so sanniliga uppiborið eitt nýtt eintak”. Eingin ivi var um, at eintakið Sólrún sá, var bæði væl brúkt og slitið, men tað, Sólrún ikki visti, var, at tað var nr. 2 bók, sum eg hevði slitið upp.
Nýggja útgávan av “Tema við slankum” er eisini eitt gott dømi um málsliga nærlagnið, sum eyðkennir Sólrúna, tí allar stavivillurnar, sum eyðkendu fyrru útgávuna, hevði hon fyri egnan kostnað syrgt fyri vórðu lúkaðar burtur. Tá ið eg í stuttsøgusavninum, sum kemur út í dag, sá ein –ð feil, hugsaði eg beinanvegin um, at handan feilin sær Sólrún garanterað beinanvegin. Leggjast skal afturat, at eg havi ikki lagt merki til fleiri –ð feilir, so har man rættlesturin vera á einari góðari leið…
Í dag hátíðarhalda vit bæði tað, at Sólrún hevur givið nýtt stuttsøgusavn út, og at hon er vorðin sjeyti. Morgunfrúa, sum við støði í stuttsavninum bæði kann lesast sum mynd fyri pensiónistatilveruna við myndini av svimjikonunum í svimjihøllini í Gundadali, sum verða nevndar morgunfrúur, men eisini sum mynd fyri eina væl vaksandi, irriterandi, seiglívaða og litfagra plantu, sum undir røttu umstøðunum veksur ótálmað og blómar, tá ið nærum alt annað er følnað og farið í vetrardvala.
Samlað ein góð mynd fyri Sólrúna sjálva. Hon stendur í fullum skaldsligum blóma, er eins vital og produktiv sum morgunfrúurnar í stuttsøguni Morgunfrúa, og kanska fær hon eisini við síni beinraknu og ærligu skriving onkran at ressast við og fáa hug at skrykkja hana upp við rót og tveita hana í ruskílatið.
Einki er so vist sum tað, at vit treingja øll til at verða ruskað í við hvørt, og tað dugir Sólrún so sera væl við sínum egna stillisliga frásøgustíli og væl innpakkaðu frásøgum.
Júst her síggja vit tað eyðkenda í skaldskapi Sólrúnar, einki er, sum tað tykist og sær út til at vera, vakra yvirflatan og at síggja til harmoniska gerandisliga tilveran vísir seg altíð at hava okkurt veikt lið, sum fær ta at síggja til væl virkandi gerandismyndina, at syndrast.
Eg fari her at enda at ynskja tær hjartaliga til lukku við stuttsøgusavninum, sum inniheldur fleiri stak góðar og sera áhugaverdar stuttsøgur og við sjeyti ára føðingardegnum við eini inniligari áheitan um, at tú framvegis fert at tora at vera djørv og viðgera evni, sum eru burturkrógvað, samansett, pínlig og tabu, men samstundis afturkennilig í onkrum króki í fløkta og óendaliga mannasinninum og annars væl poleraða gerandisdegnum. Tú hevur við tínum skaldskapi ríkað føroyska málið og lyft føroyskan skaldskap inn í nútíðina. Tú ert ikki, sum ungi maðurin í stuttsøguni Heiður sigur um bókmentafólk “reyvkeðilig” og eg tori at vissa teg um, at tú ikki fert at enda sum ein uppturkað blóma inni millum síðurnar í tínum bókum (164). Við hesum orðum fari eg enn einaferð at ynskja tær hjartaliga til lukku, bæði við sjeyti ára degnum og Morgunfrúuni.