Málmenning
Føroysk børn hava møguleikar sum ongantíð áður at lesa og hoyra søgur á føroyskum, tí barnabókaúrvalið er ovurhonds stórt og støðugt legst afturat. Men eru tað bøkur, sum í veruliga lívinum menna málførleikan hjá okkara børnum? Ein viðkomandi spurningur at spyrja. Og ein spurningur, sum kann tykjast at verða spurdur út í bláan heim, tí vit vita sera lítið um lesi- og miðlavanar hjá børnum og ungum. Ein lesikanning er á veg, sum fer at geva okkum eina lýsing av lesivanum hjá skúlanæmingum, og henni bíða vit eftir í spenningi, tí hetta er fyrsta kanning av sínum slagi, sum er gjørd av lesivanunum hjá føroyskum børnum.
Men hví tora vit so illa at tosa ærliga og lutaleyst um, hvaðani børn og ung fáa sín málsliga førning? Vit skúgva tann sannleika burtur, at filmar, talgild spøl og aðrir talgildir miðlar fylla ómetaliga nógv í gerandisdegi og tilveru barnanna. Hvørja ferð onkur kanning ella mangan pilotkend gransking sigur okkurt negativt um talgildar miðlar og læring, verður tað sligið stórt upp og rópt út um allar geilar. Vit kunnu bara hyggja at, hvussu ofta slík tíðindi verða deild og dámd á Facebook, fyri at fáa eina ábending um, hvat stórur partur av fólki heldur um talgildu tøknina og læring. Alt ov fá vísa á tað neyðuga í, at tað uppvaksandi ættarliðið dugir at handfara tøknina, dugir at brúka hana skynsamt, lærir at velja og meta um tilfarið, sum liggur talgilt og sveimar á netinum. Nærum eingin tosar um tað neyðuga og nyttuga í, at børn og skúlanæmingar duga at brúka tøknina til at ogna sær amboð, sum kunnu fremja størri og meiri inkluderandi læring. Bara at hugsa sær, hvussu nógv børn og ivaleyst eisini nógv vaksin við lesi- og skrivitrupulleikum kunnu fáa eina púra vanliga tilveru, tí tøknin kann lesa upp fyri teimum ella hjálpa teimum at skriva ein tekst, sum ikki er fyltur við óskiljandi orðum, tí viðkomandi er so orðblindur ella hevur onkran annan forðandi trupulleika at dragast við, sum ger, at teksturin ikki er lesbærur? Og ikki minst er vert at nevna, alt ov fá vísa á tað neyðuga í, at vit skulu fylla tilfar á føroyskum í talgildar miðlar fyri at menna natúrliga málførleikan hjá børnum og ungum. Heldur eingin tosar um talgilda uppaling ella talgilt dannilsi. Hetta eru samfelagsuppgávur, sum bæði foreldur, almenni myndugleikin og skúlin eiga at átaka sær og lyfta í felag. Public service myndugleikin hevur eisini ein týðandi leiklut her. Hann má hugsa nógv meira út um teir siðvandnu miðlarnar og siðvandnu kassarnar fyri at røkka børnum og ungum og at liva upp til skylduna sum public service stovnur. Tí veruleikin er tann, at nærum alt tilfar, bæði til spæl og undirhald, sum børn og ung brúka sína frítíð til er á fremmandum máli, og sannleikin er nokk tann, at samskiftispallurin hjá teimum í ógvuliga stóran mun er merktur av enskum. Tú møtir javnan børnum og ungum, sum beinleiðis samskifta á enskum. Á eini vitjan á einum skúla herfyri hoyrdi eg á veg avstað aftur dreingir spæla í skúlagarðinum. Hetta vóru dreingir, sum vóru 12 ár og eldri. Teirra samskifti fór bara fram á enskum. Hvat slag av enskum, talan var um, festi eg meg ikki við, men tónalagið tyktist stakato og telduspælskent. Tað tyktist ikki sum vanligt samskifti, men meira sum okkurt slag av rolluspæli. Neyvan ein ókend mynd og uppliving av samskiftinum, sum fer fram millum børn og ung í dag. At samskifta á fremmandamáli í spæli er ikki ókent fyri føroysk børn, men tað hevur ikki verið so ráðandi og ikki verið so langt upp í aldur, sum tað er nú. Eisini er málið flutt frá donskum til enskt.
Djór, serliga fremmand, litir, landanøvn og serliga amboð og viðurskifti, sum hava tilknýti til talgilda tøkni, eru sera nógv merkt av enskum málbrúki, og tað er eingin ivi, hvaðani tað stavar. Tí er tað av alstórum týdningi at fáa føroyskt mál inn í talgildu tøknina. Tað hevur somuleiðis sera stóran týdning at gera eina ørgrynnu av einføldum málmenningarspølum og -sangum, sum kunnu leggjast ókeypis út á netið, har børn sjálv kunnu koma inn á tað. Youtube er útbreitt, so tað er ein møguleiki, men tað skal nokk samskipast, um føroyska tilfarið skal koma skjótt og lætt fram. Sum nú er, kemur ein enskmæltur sangur beint eftir tann føroyska, sum tú hevur funnið fram til barnið. Her eru tøkniligar uppsetingar, sum eg ikki havi eitt boð uppá beint nú, neyðugar, men tað, sum eg havi hug at vísa á, er, at vit hava ikki fyri neyðini at vera so øgiliga listarliga ambitiøs fyri at fáa framleitt ein fittan hóp av tilfari til tey smáu, tí nógv av tí enska og danska tilfarinum, sum føroysk barn síggja á netinum, eru sera einfaldar framleiðslur. “Góðan morgun ketta mín”, “Dukka mín er blá”, “Vilt tú”, “Másin sigur pli, pli, pli”o.s.fr. kundu við einføldum tekningum/animatiónum, einum ljóðføri, einari góðari sangrødd og einum upptøkutóli við góðari ljóðgóðsku verið gjørdir til smáar youtubelíknandi filmar, har tekstur eisini kundi verið settur á og sum varð markaður, so hvørt orðini vórðu søgd. Tað eru framleiddir fleiri fínir filmar, men tað krevst ein nógv størri og fjølbroyttari framleiðsla fyri at nøkta tørvin. Og fyri at fáa hesa framleiðslu í lag krevst mest av øllum, at fólk seta seg saman og semjast um, hvussu konseptið skal vera, hvar filmarnir skulu leggjast og hvussu vit við góðum samstarvi fáa lagt eina samlaða nøgd av tilfari út á netið, sum skal kunna kappast við dansk- og enskmælt tilfar.
Málár er í ár, og tað hevði verið eitt stórt stig fram á leið, um vit fingu nøkur samlað átøk, sum høvdu til endamáls at framleiða talgilt málmenningartilfar, sum skuldi verið ókeypis og lætt atgeingiligt og fingið tað lagt út á netið. Hetta hevði verið við til at menna málsliga førleikan hjá børnum á teimum pallum, sum tey støðugt ferðast á. Um vit vilja tað ella ikki, um vit ynskja tað ella ikki, veruleikin er tann, at talgilda tøknin er komin fyri at vera, og vit fáa ivaleyst mest burturúr at ásanna, at lítið kann gerast fyri at forða hesi gongd, og tí gera vit skilabest í at fáa tað besta burtur úr støðuni. Og støðan er tann, at bæði nútíðin og framtíðin eru talgild.