Stuttligt at læra
Nýtist tað at vera ein andsøgn millum tað at hava tað stuttligt og tað at læra? Eru spæl og læring mótsetningar? Tað er eins og vilja vit, at í skúlanum skal alt vera skipað og stirvið. Vit mugu í fluttari merking ikki reisa okkum av stólinum og fara út úr skúlastovuni fyri at læra. Læringarrúmið er afturlatið og býtt upp í tímar, dagar, vikur, mánaðir og ár. Lívlong læring, læring í praksisfelagsskapi, læring við at fremja í verki, læring av egnum royndum, uppalandi læring, læring sum fortreyt fyri lívi og menning, ja læring í øllum lívsins viðurskiftum eru grundtreytir hjá upplýsta menniskjanum. Og hetta eru ofta evnir, vit taka frá barninum, tá ið tað trínur inn um skúlans gátt, tí læring og spæl verða fatað sum mótsetningar og ikki sambærilig. Vit skulu ikki hava fylgt við nógvum nýføðingum fyri at staðfesta, at barnið lærir frá fyrsta andadrátti og byggir omaná eftir tørvi, leiðbeining og stimbran frá umhvørvinum, og fjølsamansetta og skjótt umbroytiliga samfelagið, vit liva í í dag, krevur, at vit dagføra okkum og læra alt lívið.
Eg havi mangan, tá ið eg havi tikið ímóti einum 1.s., bjóðað teimum vælkomnum við at siga, at vit eisini skulu hava tað stuttligt hesi trý árini. Tey hava hugt spyrjandi at mær, tí stuttligt er heilt greitt ikki tað, ið tey eru von við at knýta at skúlanum og einum seriøsum lærara, og vit sum undirvísarar hveppa okkum eisini við at nýta orðið stuttligt saman við undirvísing, tí í orðinum liggur undirskilt, at tá man talan ikki vera um dygdargóða og fakliga álítandi undirvísing. Um næmingarnir, sum eg havi tikið ímóti í 1.s., hava hildið, at undirvísingin hevur verið stuttlig, tori eg ikki at siga, men eg síggi onga andsøgn í at hava tað stuttligt, meðan tú lærir. Tvørturímóti haldi eg, at tað bæði hugkveikir og økir læringina. Hetta kjakið tekur seg ofta upp, tá ið talan er um, at vit á dagstovnaøkinum eisini skulu vera tilvitað um at læra børnini eitthvørt. Tá eru tað mong, sum føra fram, at vit skulu lata børnini vera børn sum longst. Sama grundgeving verður borin fram, tá ið talan hevur verið um forskúlar. Eg má viðganga, at mær dámar illa hesa ræðsluna, tí tað er ómetaliga nógv sum bendir á, at verður barnið mentalt og fakliga stimbrað tíðliga, falla skúlabyrjan og fyrstu árini í skúla lættari, og nú bendir lesikanningin, sum varð løgd fram í síðstu viku, eisini á, at verður tað lisið tilvitað við og fyri børnum, so heldur fakliga stigið seg allan vegin gjøgnum skúlagongdina. Eg skilji ikki við mínum góða vilja, hvør andsøgn er millum læring og spæl. Vit kunnu spælilesa, spælirokna og spæliskriva. Tað er bara hugflogið, sum setur avmarkingar í so máta, og tað er júst hugflogið og hugurin at ogna sær verðina og loynidómar hennara, sum er ein stór drívmegi fyri forvitni og motivatiónini at læra. Børn fara fyrsta skúladag stolt og glað í skúla við fullari tasku av bókum og vónum um at ogna sær tann loynidóm, sum liggur í tølum, bókstøvum, søgum og frásagnum av ymsum slagi. Henda vónríka byrjan tykist ikki at halda á langt upp í skúlatíðina, og spyrt tú børn, sum eru komin í mið- og hádeild í skúlunum, so eru stoltleikin og gleðin horvin úr eygunum og undirtónin og viðtikni diskursurin er, at tað er keðiligt at ganga í skúla.
Eigur ikki eitt av fremstu málum skúlans at vera, at tað skal vera stuttligt at læra og stuttligt at ganga í skúla? Er tað nú vist, at tað er ein andsøgn ímillum læring og spæl? Eg ivist, og eg vóni hvønn dag, at tað vóru fleiri, sum brutu niður fastlæstu karmarnar kring undirvísing og læring, sum loyvdu næmingunum at reisa seg upp úr stólunum og fara út úr skúlastovuni, sum arbeiddu fyri at bróta niður fakmúrar og læra at samstarva bæði tvørtur um aldur og tvørtur um fakøki. Mítt ynski eg, at vit fáa mammur og pápar, ommur og abbar, fakfólk og áhugafólk, ja øll, sum kunnu læra frá sær og vilja fremja læring og vitanarøking, inn í læringarrúmið. Eitt læringarrúm, sum vitanarliga byggir á formligar og óformligar førleikar og eitt læringarrúm, sum kann vera bæði ítøkiligt og úrtøkiligt og kann vera virkið allastaðni, har menniskju hittast og samskifti tekur seg upp. Tá fáa vit ein læringarfelagsskap, sum fevnir um uppaftur fleiri, og har tað er hugkveikjandi og stuttligt at vera.