Opus Dei og Oktoberbløð í fallandi sól

Petur er dapur, men sterkur, Oddfríður ikki so skærur, Jógvan heldur linari enn fyrr. Nakað soleiðis var niðurstøðan hjá dagsins ummælarum.

Til viðgerðar í bókaummælunum í dag vóru yrkingasøvnini "Opus 6", sum Petur Pólson hevur skrivað, "Oktoberbløð í fallandi sól", sum Oddfríður M. Rasmussen hevur skrivað, og krimiskaldsøgan "Vølundarhús", ið er tann seinasta hjá Jógvani Isaksen. Vár Í Ólavsstovu ummælti yringasøvnini og Marna Jacobsen krimiskaldsøguna.

http://kvf.fo/mentanarkafein?sid=34826

Spennandi yrkingasøvn

"Kringvindar" eftir Katrin Reinert er frálíkt debutsavn, og "Bræddur firvaldur" eftir Tórodd Poulsen hevur heldur daprari tóna enn onnur av verkum høvundans, hildu ummælararnir í In Mente.

http://kvf.fo/netvarp/uv/2012/02/09/spennandi-yrkingasvn

Óendaliga vera

Skaldsøgan "Óendaliga vera", sum Marjun Kjelnæs skrivaði og fekk Bókahandlaravirðislønina í 2015 fyri, verður ummæld. Vár í Ólavsstovu og Heðin M. Klein viðgera skaldsøguna.

http://kvf.fo/mentanarkafein?page=5&sid=61309

Ein farri av fráferð

Hóskvøldið 12. mai lat Sólrún Michelsen úr hondum nýtt yrkingasavn ? Ein farri av fráferð. Vár í Ólavsstovu ummælir nýggja yrkingasavnið.
http://kvf.fo/mentanarkafein?sid=55918

Sunnudagsland

Vár í Ólavsstovu ummælir Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann

http://kvf.fo/mentanarkafein?page=1&sid=55180

Skuggamyndir

Ingun Christensen hevur latið frá sær fyrsta savnið við stuttsøgum fyri vaksin. Væleydnað roynd, heldur ummælari

Ein spennandi ritroynd og ein høvundur, vit vónandi fara at fáa meira frá. Tað heldur Vár í Ólavsstovu um Ingun Christensen, sum er aktuel við stuttsøgusavninum "Skuggamyndir". Vit hitta høvund, Páll Danielsen lesur eina av søgunum, og Vár ummælir savnið.

https://kvf.fo/mentanarkafein?page=8&sid=49463

Spennandi yrkingasøvn

Kinna Poulsen og Vár í Ólavsstovu láta væl at nýggju søvnunum hjá Sissal Kampmann og Marjun Kjelnæs.

http://kvf.fo/netvarp/uv/2012/10/03/spennandi-yrkingasvn

Mentanarkaféin 2.mars 2016

Vit ummæla yrkingasøvn og sjónleik og eru á konsert og til framsýning

http://kvf.fo/mentanarkafein?sid=52792

Mentanarárið 2013 í orðum og brotum

Vit umrøða føroyskan tónleik, film, bøkur, sjónleik, og myndlist, taka saman um nakrar av hendingunum í 2013, og hitta stjóran í Norðurlandahúsinum.

http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/01/02/mentanarri-2013-orum-og-brotum


Mentanarárið 2015

Bókmentir, leiklist, myndlist, arkitekturur og Sunleif Rasmussen
https://kvf.fo/mentanarkafein?sid=50450