Korallbruni
Forlagið Eksil hevur givið út yrkingasavnið: “Korallbruni” eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur. Hetta er annað yrkingasavn hennara. Anna Malan gongur í løtuni á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Í 2016 læt Mentamálaráðið henni Virðisløn til ungt listafólk. Yrkingasavn hennara ber dám av dýpd og estetiskum fínleika, har menniskjað og havið treyta hvørt annað og renna saman í eina lívgevandi ringrás.
Korallbruni er annað savnið hjá Onnu Maluni Jógvansdóttur. Í 2015 kom út yrkingasavnið Undirfloyma, ið hon listprýddi sjálv. Hesaferð hevur hon eisini myndprýtt savnið Korallbruni, m.a. við tara, sum hon hevur funnið í Nólsoy.
Høvundin sigur, at savnið er ein roynd at skriva seg burtur frá menniskjanum og út í náttúruna. Her arbeiðir Anna Malan út frá einum sokallaðum posthumanum og náttúruheimspekistýrdum ráki, ið stendur sterkt innan list og skaldskap í Norðurlondum í hesum døgum. Savnið fær lesaran at endurhugsa sína støðu í heiminum, har tað materiella ikki bert er deytt og óvirkið, men ein partur av okkum sjálvum og øllum uttan um okkum.
Eitt brot í yrkingasavninum á s. 41, lýsir væl umskapan menniskjans til part av lívskringinum í sjónum:
úr grótinum
mínar brúnligu greinar
fløða í vatninum
snara í aldututli
lítlar bløðrur
á endanum
flóta kynsbúnar
fyltar av eggum og sáði
mítt spírandi slim
av taranýføðingi
skapast
í døkku lívmóðrini
seigliga vaksi eg til taraskóg