Vár í Ólavsstovu, fólkaskúlalærari, mag.art. í norðurlendskum bókmentum og ph.d í føroysklærufrøði. 

Eg arbeiði sum lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya í móðurmálslærufrøði.

Síðani eg í 1981 tók læraraprógv hevur mítt virksemi verið knýtt at undirvísing og skúlaskapi. Eg havi undirvíst í fólkaskúla og á miðnámi, og nú eri undirvísari og granskari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Ph.d ritgerðin snúði seg um føroysklærugreinina í studentaskúlanum í mótinum millum siðvenju og modernitet. Í løtuni er tað serliga undirvísingarpraksis í føroyskum í fólkaskúlanum, sum er miðdepilin í granskingar- og undirvísingarpartinum, har serliga fokusøkið í løtuni er tøkni í sambandi við undirvísing og vitanarmiðlan. Annars eru bókmentir og undirvísing í bókmentum høvuðsøkið hjá mær. Seinasta árið havi eg staðið fyri at menna og seta í verk miðnámsskúlanámsfrøði. Á hesi heimasíðu havi eg lagt ritgerðir, greinar, útvarps- og sjónvarpssendingar, eg havi luttikið í. Tit eru væl komin at brúka hetta tilfar, um tit greitt gera greiðu fyri, hvør eigur tilfarið.